Tænastur
Privatar myndatøkur
Við privatari myndatøku verður dentur lagdur á at fanga tínar persónligu eyðkennir og serligu løtur á ein livandi hátt. Myndirnar kunnu takast bæði innandura ella úti í náttúruni, alt eftir tínum ynski. Tú kanst brúka myndirnar til sosialar miðlar, jólakort, føðingardagsheilsur ella aðrar persónligar merkisdagar. Vit leggja eisini stóran dent á at gera upplivingina góða og náttúrliga við ráðgeving, styling og einum tryggum og behagiligum umhvørvi.
Video
Við video skapa vit livandi søgur, ið geva tín boðskap ein greiðan og professionellan dám. Eg bjóði upptøku av stuttum søgufilmum, lýsingarvideo til tínar vørur ella virki, og videoframleiðslu við góðum ljóði og skapandi klipping. Eftir upptøkuna geri eg eina gjøgnumførda eftirviðgerð, har eg leggi ljóðeffektir, grafisk element og tónleik aftrat fyri at tryggja eina góða og heilskapaða søgu, sum fangar áhugan hjá hyggjarunum.
Ítrottur
Við ítróttarmyndatøku fangi eg kenslurnar, spenningin og alt tað, ið ger ítróttin til nakað heilt serligt. Eg taki action-myndir, sum vísa ferðina og kraftina hjá leikarum, og dokumenteri týðandi løtur undir dystum og kappingum. Eg bjóði eisini portrettmyndir av liðum og einstaklingum, sum kunnu nýtast á heimasíðum, sosialum miðlum ella í lýsingum. Myndirnar verða leveraðar skjótt, so tit kunnu nýta og deila tær, meðan upplivingin enn er nýggj.
Brúdleyp
Brúdleypsmyndatøka er ein heilt serlig tænasta, har eg leggji dent á at fanga tær smáu, og góðu løturnar, sum gerast til varandi minnir. Frá portrettmyndum av brúðrini og brúðgóminum, til hugnaligar løtur við familju og vinum, og sjálvandi tær stóru hendingarnar sum vígslu og veitslu, verður alt gjølla dokumenterað. Eftirviðgerðin gevur myndunum ein vakran og professionellan stíl, ið hóskar seg væl til veggjaprýði, myndaalbum ella sosialar miðlar.
Grafisk sniðgeving
Við grafiskari sniðgeving hjálpi eg tær við at skapa ein sjónligan samleika til títt virki ella verkætlan. Eg velji litir, typografi og uppseting, sum styrkir títt brand, og sniðgevi alt frá plakatum og kortum til annað marknaðarføringartilfar. Eg leggi eisini dent á at samantvinna myndir og tekst á ein hátt, ið fær tín boðskap at standa fram, og veiti ráðgeving um besta nýtslu av tilfari til ymiskar miðlar, bæði prentað og digitalt.
Og mangt annað
Um tú hevur eitt serligt ynski ella eina uppgávu, sum ikki er nevnd omanfyri, so ert tú vælkomin at seta teg í samband við meg. Eg bjóði alt frá produktmyndum til netbúðir, eventmyndatøku frá tiltøkum, konsertum ella fyrilestrum, og arkitektur- og landslagsmyndir til privat ella kommersiell endamál. Eingin verkætlan er ov stór ella ov lítil, og eg eri altíð opin fyri nýhugsandi verkætlanum og hugskotum.